Effodeildin: Ein av mongum spenningum, sum eru í effodeildini er hvør gerst ársins toppskjútti.
Klæmint A. Olsen legði seg á odda á máltindinum við einum reinum hattricki ímóti 07Vestur ígjár, tá NSÍ vann 4-2 á 07Vestur vesturi í Sørvági. Klæmint A. Olsen hevur nú skotið 18 mál, meðan Leif Niclasen hjá EB/Streymi og Páll Klettskarð hava skotið 17 mál. Finnur Justinussen hjá Víkingi hevur skotið 15 mál.
Klæmint fegnast um, at teir í NSÍ beinavegin yvirvunnu tann fyrsta skelkin, og javnaðu beinavegin, tá 07Vestur kom á odda 1-0. Hann heldur eisini, at liðfelagarnir gjørdu tað lætt hjá honum at skora trý mál við tí góða forarbeiðnum teir gjørdu í samband við málini. Klæmint er spentur uppá seinastu dystirnar hjá NSÍ, ÍF í Fuglafirði og HB í Runavík. Hann ætlar so at gera sítt, at NSÍ vinnur minst bronsu, og at hann sjálvur endar ovast á máltindinum.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Klæmint A. Olsen segði í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið.