Klæmint legði upp til bæði málini hjá Breiðablik

Breiðablik vóru á odda 2-0 móti FH, men mátti taka til takkar við javnleiki

Klæmint A. Olsen hevur roynst Breiðablik væl seinastu vikurnar, og í dag átti hann uppleggið til bæði málini, ið Breiðablik skoraði í 2-2 javnleikinum móti FH á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

FH var á odda 2-0 tá bert 17 minuttir vóru leiktir, men teir megnaðu ikki at halda tørn og fingu bert eitt stig við sær úr Hafnafirði.

 

FH 2 - 2 Breiðablik

 

 0-1 Stefán Ingi Sigurðarson ('14)

 

 0-2 Viktor Karl Einarsson ('17)

 

 1-2 Davíð Snær Jóhannsson ('34)

 

 2-2 Davíð Snær Jóhannsson ('54)

 

Breiðablik er næstfremst í deildini við 24 stigum, fýra stig aftanfyri oddaliðið, Víking Reykjavík.

 

Pætur J. Petersen slapp á vøllin fyri KA tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini í heimadystinum, ið KA vann 2-1 (1-0) á Fylkir.

 

KA 2 - 1 Fylkir

 

 1-0 Sveinn Margeir Hauksson ('30)

 

 2-0 Harley Willard ('62)

 

 2-1 Benedikt Daríus Garðarsson ('85)

 

KA er nummar fimm í deildini við 17 stigum.

 

Klæmint fer nú at ferðast heim til Føroya fyri at fyrireika seg saman við landsliðnum til EM-undankappingardystirnar á Tórsvølli móti Kekkia og Albania, 17. juni og 20. juni.