Mongu dystirnir hjá Breiðablik í Evropa kosta í heimligu kappingini.
Klæmint A. Olsen var við frá byrjan, og hann hevði onkran góðan málmøguleika, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik taptu 3-4 fyri KR á á Kópavogsvøllinum í dag.
KR var á odda 2-1 í steðginum, og var á odda 4-1 áðrenn Breiðablik móti endanum fekk pyntað um úrslitið.
Tapið merkir, at Breiðablik nú er 10 stig aftanfyri oddaliðið, Víking Reykjavík sum hevur spælt ein dyst minni enn Breiðablik.
Komandi hóskvøld klokkan 20 hevur Breiðablik torføran útidyst móti bosnisku meistarunum, Zrinjski í Europa League undankappingini. Bara tríggjar dagar seinni skal Breiðablik spæla móti KA á útivølli.
So tætt er millum dystirnar hjá Klæminti og liðfeløgunum í hesum døgum.