Klæmint Olsen leingir sáttmálan við NSÍ

Klæmint A. Olsen hevur júst longt sáttmálan við barndómsfelagið, soleiðis at hann kemur at spæla fyri NSÍ í 2024 og 2025.

Klæmint spældi seinasta kappingarárið við Breiðabliki, og nú er hann so heima aftur við Løkin. Klæmint hevur í Føroyum bara umboðað NSÍ, og við nýggja sáttmálanum er staðfest, at soleiðis kemur tað eisini at verða framyvir.

 

Á heimasíðuni hjá NSÍ skrivar felagið soleiðis:

 

– Tað er næstan ikki neyðugt at fortelja um flottu hagtølini hjá Klæminti, men vit kunnu ikki lata vera. Við sínum 10 málum á landsliðnum er hann saman við Rógva Jacobsen mest skorandi landsliðsleikarin nakrantíð.

 

33-ára gamli rituvíkingurin er hartil við sínum 230 málum mest skorandi leikarin í bestu føroysku deildini nakrantíð. Klæmint hevur hartil skorað 23 mál í steypakappingini og 7 mál í evropeisku kappingunum. Íalt er talan um 260 mál fyri besta mansliðið hjá NSÍ.

 

– Vit eru sera glað fyri at síggja Klæmint aftur við Løkin, skrivar NSÍ.