Klæmint tryggjaði Páll álopsheiðurin

Klæmint Andrasson Olsen átti avgerandi atkvøðuna, tá Páll Andrasson Klettskarð vann heitið “Ársins áleypari”

Tað var púra javnt í atkvøðum millum júst Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ, og Páll Andrasson Klettskarð úr KÍ, tá ársins áleypari skuldi finnast. Báðir fingu 131 stig í part.

 

Sum liðskipari, so fall tað Klæminti í lut at atkvøða fyri NSÍ. Hann atkvøddi fyri Pálli Andrasson Klettskarð sum ársins áleypara, so báðir komu upp á 131 stig. Atkvøðast skuldi fyri nummar 1, 2 og 3 í hvørjum flokki. Nummar 1 fær fimm stig, nummar 2 fær trý stig og nummar 3 fær eitt stig.

 

Tá tað stendur á jøvnum, so verður hugt eftir hvør hevur fingið flest “nummar 1” atkvøður. Her hevði Páll Andrasson Klettskarð eina “nummar eitt” atkvøðu fleiri enn Klæmint Andrasson Olsen. Uttan atkvøðuna frá kappingarneytanum, so hevði Páll ikki vunnið heiðurin, men heldur Klæmint sjálvur.

 

Til ber at síggja hvussu allir venjararnir, spælararnir og fjølmiðlafólkini atkvøddu í Sosialinum í dag.

 

Til ber at keypa Sosialin á PDF við at trýsta HER.