Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik fingu ein góðan sigur undan fráferðini til Norðurmakedonia í komandi viku.
Klæmint var 80 minuttir á vøllinum, tá Breiðablik á heimavølli vann 2-1 (1-1) á Keflavík á heimavølli.
Stóra hetjan hjá Breiðablik gjørdist Águst Edvald Hlynsson sum skoraði bæði málini.
Breiðablik er nummar trý í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 38 stigum.'
Komandi hósdag klokkan 16 spælir Breiðablik fyrra Europa Conference League undankappingardystin móti Struga í Norðurmakedonia. Megnar Breiðablik at vinna ein samlaðan sigur á Struga gerast teir fyrsta íslendska liðið, ið vinnur seg í eitt bólkaspæl.
Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni og hann var skiftur út við Pætur J. Petersen í 62. minutti, tá KA á útivølli tapti 1-2 fyri Fram í Reykjavík.
Fram legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tà 64 minuttir vóru leiktir javnaði Hallgrímur Steingrímsson fyri KA við einum brotssparki.
Klokkan vísti 90 minuttir tá Fram skoraði sigursmálið.
KA er nummar átta í deildini við 22 stigum. Teir eru í løtuni seks stig frá at røkka ovara endaspælinum. KR er á sætta plássinum við 28 stigum.