Klakkur gjørt góðar túrar

- Fiskiskapurin í ár hevur roynst væl, men toskaprísurin er eitt vónbrot, sigur skiparin, Líggjas Johannesen

Línuskipið Klakkur, sum brøð­ur­nir, Líggjas og Bethuel Johanne­sen í Klaksvík, skift­ast um at føra, hevur gjørt fleiri góðar túrar í heyst.
Hósdagin kom skipið und­an Føroyum við 170.000 pund­um, harav umleið 130.000 pund var stórur og góður tosk­ur. Henda túrin royndu teir í níggju samdøgur á Ryggi­num.
- Hetta er góð tíð á Ryggi­num, og vit høvdu góðan fiskiskap á túrinum, sigur skiparin, Líggjas Johanne­sen.
Hann vísir á, at túrin undan hesum hevði Klakkur 205.000 pund, harav umleið 140.000 pund var longa. Roynt varð eystur av Sand­oy­ar­bankanum.
- Túrurin undan longu­túri­num var eisini góður. Tá vóru vit í Íslandi og komu heim við smekkfullum skipi, um­leið 218.000 pundum.
Líggjas Johannesen letur væl at fiskiskapinum í ár, men hann er vónbrotin av prísi­num, sum teir hava fing­ið fyri toskin.
- Tá saman um kemur, er minni munur á miðal­prísi­num á einum longu-túri og einum toska­túri, sigur skip­arin, sum heldur, at stóra útboðið av toski úr Nor­egi er ein orsøkin til lága toska­prísin.
Klakkur hevur verið seks túrar undir Íslandi í ár og tveir í Eysturgrønlandi.