Klakkur komin á Klaksvík

Nýggja frystilínuskipið hjá Bethuel og Líggjasi Johannesen og Kósini fer á Flemish Cap í næstu viku

Ætlanin er, at nýggja frystilínuskipið hjá Bethuel og Líggjasi Johannesen og Kósini skal fara á Flemish Cap í næstu viku

 

Í morgun kom nýggi Klakkur á Klaksvík. Ætlanin var, at skipið skuldi koma á Klaksvík í gjárkvøldið, men orsaka av vánaligum veðri vóru teir nakað seinkaðir úr Noregi. Talan er um norskt línuskip, sum áður bar navnið Urvaag. Klakkur er bygdur í 1989 í Solstrand í Noregi.

 

Tað eru Kósin og brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen, sum eiga skipið, ið er nýmótans frystilínuskip. Ætlanin er at fara yvir á Flemish Cap í næstu viku, tá ið royndir eru gjørdar við egningarmaskinuni og aðrari útgerð. At talan er um frystilínuskip ber við sær stórar fyrimunir, tá ið møguleikin á Flemish Cap skal troytast. Fiskurin verður skráskorin og frystur og so víðari arbeiddur, tá ið hann er landaður á Kósini.

 

Manningin fer at telja fimtan mans, og tað eru brøðurnir Líggjas og Bethuel Johannesen, sum fara at skiftast um at føra skipið.

 

Gamli Klakkur, sum er meiri enn 50 ára gamal, men sum er dagførdur fyri nøkrum árum síðani, er framvegis í Klaksvík. Úr Klaksvík frættist, at ætlanin er, at hann skal aftur til fiskarí. Kósin átti Polarstjørnuna, sum nú er í Grønlandi.

 

Tað kann væl vera, at gamli Klakkur fer at skifta navn til Polarstjørnan, frætta vit úr Klaksvík. John Kári Jacobsen í Hvannasundi verður skipari á gamla Klakki.