Klaksvík stórfingna gávu

Tá móttøka var fyri innbodnum og miðlunum í nýggja Bónus handlinum í Klaksvík týskvøldið, handaði stjórin í Bónus og SMS, Niels Mortensen, kommununi gamla Spinnaríið í býnum

Tað hoyrdist sum slatur, at okkum óvanligt fór at henda í sambandi við móttøkuna hjá nýggja handlinum hjá Bónus í Klaksvík í gjárkvøldið. Og so varð.

Eftir at hava bjóðað vælkomin og greitt frá gongdini við arbeiðinum av nýggja Bónus handlinum í Klaksvík, læt Niels Mortensen »bumbuna« bresta. Hann boðaði frá, at SMS hevði tikið avgerð um, at lata Klaksvíkar kommunu gamla Spinnaríið, sum nú er nærmasti granni hjá nýggja Bónus.

Í tí sambandi hevði SMS latið gera eitt gávubræv, og tað nýtti Niels Mortensen høvið at handa Gunvá við Keldu, borgarstjóra. Hon í sínum lag nýtti somuleiðis høvið at takka fyri hesa »stórfingnu gávu«, sum hon málbar seg.

Vit spurdu hana, hvat ein slík gáva fór at merkja fyri kommununa og býin:

- Fyrst vil eg siga, at hetta er ein ótrúliga flott gáva, vit hava fingið frá SMS. Men hon setir eisini ávís krøv til býráðið. Tað liggur í gávuni, at vit skulu brúka húsini til eina breiða viftu av mentanarligum tilboðum, og tað verður so uppgávan hjá okkum nú, hvussu vit vilja innrætta okkum í hesum húsunum, sigur Gunvá við Keldu.

Hon sigur, at býurin sum er hevur hølir, men manglar húsarúm fyri størri framførslum. Spinnaríið kann rúma millum 200 og 300 áskoðarum.

 

Spennandi avbjóðing

Borgarstjórin sigur, at sum fíggjarliga støðan er, er tað ein avbjóðing at finna fram til, hvussu tey gera nyttu av hesari stóru gávuni.

- Men tað er eisini ein spurningur um at raðfesta, og eg síggi hetta sum eina spennandi avbjóðing at fáa gjørt nyttu av húsunum, sigur Gunvá við Keldu.

Eisini varaborgarstjórin og formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð, Jógvan Skorheim, var ovurfegin um gávuna frá SMS.

- Lat meg undirstrika, at hetta er ein ótrúlig og spennandi gáva. Vit fara nú í holt við at fyrireika ein byggibólk, sum skal staðfesta, hvat skal verða inni í hesum bygninginum. Men tað liggur í kortinum, at hetta skal brúkast til mentanarhús og kanska eisini til tónlistaskúla. Tað kann nýtast til sjónleik, og tað verður kanska eisini eitt kaféumráði í húsinum, sigur Jógvan Skorheim.

Býráðið hevur vitað í einar tríggjar mánaðir, at gávan var á veg, so hvussu hevur tað verið at verið noydd at hildi hetta loyniligt, samstundis sum stórur ágangur hevur verið um sparingar í Atlantis?

- Tað hevur verið sera trupult, og ofta hevur tað verið ringt ikki at avdúka alt. Hinvegin hevur verið sera spennandi at arbeit við málinum, og tað liggja tekningar á borðinum. Hetta er ein uppgáva, sum býráðið á ongar hátt hevði megnað at farið undir í hesum tíðum, so húsini koma sera væl við, sigur Jógvan Skorheim.

 

Geva aftur

Niels Mortensen sjálvur heldur, at samfelagið í Klaksvík hevur givið Bónus nógv, og at hetta skuldi metast sum at geva nakað aftur til lokalsamfelagið.

Gamla Spinnaríið fylgdi meiri ella minni við, tá økið varð keypt, men tað var fyrst og fremst stykkið, har nýggja Bónus nú liggur, sum hevði áhuga.

- Eg visti ikki so nógv um Spinnaríið, tað var sum so ongantíð við í ætlanunum. Eg var ikki inni í bygninginum fyrr enn fyri umleið hálvum ári síðani, og tá gjørdist eg rættiliga bergtikin av honum, og eg haldi tað hevði verið synd, um hann ikki bleiv brúktur við skili, sigur Niels Mortensen.

Bygningurin er serligu á tann hátt, at alt er gjørt út betongi. Tað verið seg vindeygakarmar og sjálvt sperrurnar eru úr betongi.

Niels Mortensen dugir ikki í løtuni at siga, um teir møguliga kundu fingið brúk fyri bygninginum ella økinum seinni.

- Eg haldi bara, at tá tú fær ein slíkan møguleika, so er tað av týdningi, at geva eitt sindur aftur, sigur stjórin í Bónus.

Einasta treytin fyri at geva kommununi hesa gávuna er, at húsið verður brúkt til mentanarligt endamál.

- Vit hava sjálvandi tosað við kommununa um húsini. Einasta treyt ella ynski, vit hava sett fram er, at húsið verður nýtt til mentanarlig endamál, hvussu hetta verður gjørt, er upp til kommununa, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS og Bónus.