Í sambandi við 100-ára haldið reisir Klaksvíkar býráð eina stóra, fría standmynd eftir Hans Paula Olsen Hans Pauli Olsen hevur nógv at gera. Júst liðugur við avdúking at stásiligu standmyndini av Trónda í Gøtu, er Hans Pauli farin undir næsta stóra verk sítt, sum skal reisast í Klaksvík.
Avdúkingin av 100-ára standmyndini, sum er ein frí standmynd, verður 16. august 2008 og kemur at standa niðan fyri Gamla Kirkjugarð, sunnarlaga á økinum.