Klaksvíkar býráð skal nú skipa seg

Mánakvøldið fer nývalda býráðið í Klaksvíkar kommunu at skipa seg. Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin skulu stýra kommununi næstu fýra árini

Mánakvøldið var avtalan millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin um samstarv í Klaksvíkar býráði næstu fýra árini staðfest.
Fáar dagar eftir valið funnu hesir flokkarnir saman, men teir hava ongantíð gjørt nakra endaliga avtalu. Samstundis hava flokkarnir, sum endaðu uttanfyri, roynt av øllum alvi at sloppið upp í part, men tað hevur ikki eydnast.
Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin halda fast um samstarvið teirra millum, og flokkarnir eru ikki sinnaðir at gera nakað breitt samstarv í býráðnum, soleiðis sum flokkarnir í minnilutanum hava mælt til.

Skipa seg mánakvøldið
Nýggja býráðið skal formliga skipa seg á fundi mánakvøldið, og tá skulu tær ymsu nevndirnar eisini veljast.
Enn eru nøvnini á formonnum og nevndarlimum ikki komin fram alment, men tað er greitt, at Fólkaflokkurin skal hava formannin í fýra nevndum ? Havnanevndini, Teknisku nevnd, Byggi- og býarskipanarnevndini og Mentanarnevndini.
Tjóðveldisflokkurin fær borgarstjóran og formenninar í trimum nevndum ? Fíggjarnevndini, Sosialu nevnd og Heilsunevndini.