Klaksvíkar Billardfelag á odda í báðum deildum

Billard
Tíðindaskriv

Klaksvíkar Billardfelag liggur á odda í báðum deildunum í føroyameistsarakappingini í billard fyri lið. Hóast 1. Deildarliðið hjá felagnum hevur eina kapping millum enn flestu av hinum liðunum, so liggur tað kortini klárt á odda við 78 stigum. Næst er Kaggin 1 við 64 stigum. Síðani kemur Havnar Klubbi og í botninum liggja Kaggin 2 og Tvøroyrar Billardfelag. Kaggin 2 vitjaði í Klaksvik herfyri og var fyri stórtapi. Vertirnir spældu til sítt besta og vunnu 16-2. Krisjan Sune Høgnesen var aftur hesaferð bestur av spælarunum. Havnar Klubbi var á vitjan í Kagganum. Har endaði dysturin við sigri til Kaggan, 12-6. Henrik Petersen og Bjarni Skaalum stóðu seg best.
Í 2. deild er støðan tann, at Klaksvíkar Billardfelag eisini liggur á odda. Niðast er Tvøroyrar Billardfelag. Hesi bæði liðini spældu herfyri og vunnu klaksvíkingar við 14-4. Besti spælari var Óli Biskupstøð við 6 stigum. Bestu hjá tvøramonnum var Rókur Dimon við 4 stigum.
Tað eru trý umfør eftir at leika í vetur. Kappingin endar 26. mars bæði í 1. og 2. deild. Eftir tað verður so innleiðandi umfar til einstaklingakappingina og seinni finalan.

Støður
1. deild
DystirEyguMiðalStig
1Klaksvíkar Billardfelag52236624,8578
2Kaggin 162067619,1464
3Havnar Klubbi62123619,6650
4Kaggin 261739416,1132
5Tvøroyrar Billardfelag51314014,6028

2. deild
DystirEyguMiðalStig
1Klaksvíkar Billardfelag261134410,5080
2Klaksvíkar Billardfelag16107529,9662
3Havnar Klubbi583789,3157
4Kaggin691288,4545
5Tvøroyrar Billardfelag545365,048