Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur avgjørt at seta eina bygginevnd, sum skal gera tilmæli um, hvørjar um-, út- og nýbyggingar skulu verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Stórur tørvur er á at nútímansgera hølisumstøðurnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum ikki er vorðið nútímansgjørt eins og hini bæði sjúkrahúsini.
Elsti parturin av sjúkrahúsinum er frá 1928, meðan ?nýggju? bygningarnir eru bygdir síðst í 1950?unum og fyrst í 60?unum. Ein ortopedisk skurðstova varð bygd afturat sjúkrahúsinum í 1988.
Arbeiðssetningur hjá bygginevndini:
1. Lýsing av verandi høliskarmum á Klaksvíkar sjúkrahúsi
2. Við atliti til ?Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum? at gera eina lýsing av, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús, sum ein partur av samlaða sjúkrahúsverkinum og sum ein savnandi partur av heilsuverkinum, skal virka í framtíðini, t.v.s. arbeiðsøki, upptøkuøki, sergreinar o.s.fr.
3. Við støði í oman fyri nevndu lýsingum, at gera uppskot um, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús á besta hátt kann útbyggjast/nýbyggjast og nútímansgerast, og hvussu verandi karmar frægast verða nýttir.
Í bygginevndini verða umboð fyri hesi økini:
? Umsjónarmaðurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, formaður
? Læknafakligt umboð frá Klaksvíkar sjúkrahúsi
? Sjúkrarøktarfakligt umboð frá Klaksvíkar sjúkrahúsi
? Tøkniumboð frá Klakvíkar sjúkrahúsi
? Umboð fyri Heilsumálaráðið
? Landsverk skal, sum almennur byggimyndugleiki, vera við í arbeiðinum hjá bygginevndini