Klaksvíkar Tónleikafelag: Sjey 00

- Á stovnandi aðalfundinum hjá Tónleikafelagnum skal navnið hjá felagnum millum annað góðtakast, sigur Gulli Johansen, formaður í tónleikafelagnum í Klaksvík

Klaksvík, Sosialurin: - Uppskotið til navnið hjá Tónleikafelagnum er Sjey 00, verður úttalað sjeyhundrað sigur Gulli.
- Vit hava gjørt endamálsorðingina og reglugerðin er eisini gjørd, greiðir Gulli frá.
Tað er nú umleið ein mánaði síðani Tónleikafelagið bleiv sett á stovn. Og avgerð er tikin um, at ein stovnandi aðalfundur skal verða.
- Enn er dagfestingin tó ikki endaliga sett, tí ymisk viðurskifti skulu fáast í rættlag áðrenn. Millum annað hava vit ikki fingið eitt høli at hava fundin í, men tað kemur upp á pláss innan fyri ein av teimum komandi døgunum, sigur Gulli Johansen.
Ætlanin er eisini, at tann fyrsta konsertin hjá Tónleikafelagnum skal verða sama kvøldið, sum aðalfundurin hevur verið.
- Tað verða tveir bólkar úr Klaksvík, og so ætla vit at fáa í øllum førum ein afturat, sigur Gulli.
Hann sigur eisini, at áhugin millum fólk fyri felagnum er stórur.
- Fleiri hava spurt, hvussu tað gongur, og hvussu ein kann gerast limur, so tað er bara hugaligt.

Høli ? ein trupulleiki
Men sum við so nógvum øðrum í Klaksvík, er tann størsti trupulleikin at finna eitt hóskandi høli.
- Vit royna at liggja framvið, sigur Gulli.
- Men tað er ótrúliga torført. Vit høvdu eitt í huganum, sum frammanundan hýsir nøkrum Tónleikabólkum, men tað hølið skal nú nýtast til Net- Kafé.
Hølið, talan er um, er Isenkram, har sum millum annað Norðoya Heimavirki heldur til.
Á heimasíðuni hjá Pop.fo var í gjár eitt uppskot um, at Tónleikafelagið kann fáa innivist í Studio Pegasus, men Gulli sigur, at tað kunnu tey ikki ganga út frá, tí at Pegasus hevur nógv virksemi, sum tey brúka sítt høli til.
- Men vónandi kundi man fingið onkra hjálp frá Pegasus at finna eitt hóskandi høli til okkum, sigur Gulli.
- Annars mugu vit bara royna at hava eygu og oyru opin, tá tað kemur til høli. Serliga um kommunan keypir okkurt, sigur Gulli Johansen, formaður í Tónleikafelagnum at enda.
Nevndin í Tónleikafelagnum hevur skipað seg soleiðis:

Gulli Johansenformaður
Leivur Vitalis næstformaður
Ólavur Simonsenskrivari
Jan Gardar kassameistari
Hans Juul Nystrømnevndarlimur

Tiltakslimir eru: Louis Poulsen og Oddur Olsen.