Skipakeyp
Snelluskipið Báran er ikki longur heimahoyrandi í Havn. Magnus L. Olsen hevur selt bátin til felagið Sp/f Undir Klakki í Klaksvík. Teir, sum eiga hetta felag, eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, ið frammanundan eiga línuskipið Klakk.
Í løtuni stendur Báran á beding í Klaksvík, har ymiskt verður gjørt við skipið.
Íslandskvota
Líggjas Johannesen sigur, at Báran er ein góður bátur, men nú var neyðugt ymiskum ábótum og viðlíkahaldi.
- Vit hava ikki gjørt okkum nakrar endaligar tankar um, hvat vit fara at brúka bátin til, men í fyrstu syfti hugsa vit ikki um ta stóru driftina.
Hann sigur, at Báran eigur nøkur tons undir Íslandi, sum Klakkur ætlandi fer at fiska, og haraftrat eigur báturin einar 80 fiskidagar undir Føroyum.
Báran er reyð
- Báran er ikki blá longur. Nú hava vit málað hana okkara lit, so hon er reyð.
Líggjas Johannesen sigur, at tíðin fer at vísa, hvat teir fara at brúka bátin til.
Báran er smíðað úr eik í Danmark í 1968. Hon er 19, 90 metrar long og er merkt 49,16 brt. Maskinan er ein volvo penta 367 hk.