Tað verður 27. august, at KÍ og Víkingur fara til Havnar at spæla um Løgmanssteypið á Tórsvølli, og longu nú eru nógv atgongumerki seld, boðar Fótbóltssamband Føroya frá.
Atgongumerkjasølan lat upp fyri slakari viku síðani, og næstan 2.000 atgongumerki eru farin um søludiskin. Av tí, at eystara langsíðan á Tórsvølli er býtt upp millum Víkinga- og KÍ-fjepparar, ber til hjá Fótbóltssambandinum at meta um, hvussu nógvir av fjepparar frá hvørjum av feløgunum koma.
At tað gongst klaksvíkingum serstakliga væl í landskappingini fyri tíðina, sæst eisini aftur í søluni. Fótbóltsambandið skrivar nevniliga á heimasíðu síni, at áleið 1.300 KÍ-fjepparar hava tryggjað sær pláss til steypafinaluna, meðan Víkinga-fjepparar hava keypt sløk 600 atgongumerkir.