Klaksvíkingar umhugsa at herða kósina ímóti Hvannasundi

Klaksvíkar Býráð fer nú at viðgera um tey í Hvannasundi framvegis skulu sleppa at brúka ymsar tænastur í Klaksvík fyri einki. Vit kunnu illa forsvara mótvegis okkara skattaborgarum, at lata onnur brúka tænastur í Klaksvík ókeypis, sigur borgarstjórin

Tað er ikki vist, at Hvannasunds Kommuna í framtíðini fer at sleppa at brúka ymsar tænastur í Klaksvík fyri einki.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at Klaksvíkar Býráð nú má viðgera spurningin um at Hvannasunds Kommunu at gjalda fyri tær tænastur, sum teirra borgarar brúka í Klaksvík.

Hann vísir á, at Hvannasunds kommuna hevur ongantíð goldið fyri tær tænastur, sum teirra borgarar hava brúkt í Klaksvík.

- Men er haldi ikki, at vit kunnu forsvara mótvegis okkara egnu skattaborgarum, at vit lata borgarar úr øðrum kommunum brúka tær tænastur, sum eru í okkara kommunu, uttan at betala fyri tað, sigur hann.

Ein tænasta, sum tey í Hvannasundi brúka ókeypis í Klaksvík, er læknamiðstøðin.

Hann sigur, at burtursæð frá eini smávegis upphædd fyri fleiri árum síðani, hevur Hvannasunds Kommuna onki goldið fyri at teirra borgarar hava brúkt læknamiðstøðina.

Annars er tað Klaksvíkar Kommuna, sum hevur bygt miðstøðina og rindar raksturin-tó skal leggjast afturat, at aðrar kommunur í Norðoyggjum rinda fyri at brúka hana.

Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at tey í Klaksvíkar Kommunu hava onki tíma at gjørt við hetta, tí tey væntaðu, at báðar kommunurnar vórðu lagdar saman skjótt.

Men nú Hvannasund hevur gjørt av at standa uttanfyri, mugu tey taka spurningin upp.


Roknaði við tí

Hetta er akkurát tað, sum ein av teimum heilt kendu hvannasundsmonnunum, Absalon í Buð, umrøður í bersøgnari grein í Norðlýsinum herfyri og sum hann heldur, kann gerast avleiðingin av, at Hvannasund ikki leggur saman við Klaksvík.

Hann vísir á, at læknamiðstøðin í Klaksvík kostaði einar 16 millíónir krónur at byggja og at bygdaráðið í Hvannasundi samtykti at taka lut í útreiðslunum eftir fólkatalinum.

- Kommunan hevur onga krónur goldið enn og við rakstri og rentum, er bara hetta ein rokning uppá eina tvær milliónir krónur til Hvannasunds Kommunu.

Hann væntar eisini eina rokning til Hvannasunds kommunu fyri at ungdómur í Hvannasundi okkara brúkar Ungdómshúsið í Klaksvík.

- Vóni tit rætta ryggin, og gjalda fyri nassaríði, heldur enn at spilla grannakommununa út fyri, at verða fíggjarliga illa fyri, ljóðar kontanta viðmerkingin frá hvannasundsmanninum til síni bygdarfólk.