Klaksvík: Barnafrádrátturin hækkar í 2024

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt fíggjarætlanina fyri 2024. Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta 53,5 mió. kr. av til íløgur komandi ár. Somuleiðis varð samtykt at hækka barnafrádráttin úr 5.500 kr. til 6.500 kr. pr. barn, umframt at foreldur fáa ein lætta og sleppa undan at rinda ansingargjald í desember og januar.

 

Hetta skrivar klaksvik.fo.

 

Við ársbyrjan 2022 var nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu 80 mió. kr. oman fyri skuldarmarkið. Í 2023 vóru reglurnar um uppgerð av nettoskuld broyttar soleiðis, at skuldarmarkið hækkaði á leið 60 mió. kr. Saman við øktum inntøkum frá persónsskatti og óbrúktum íløgujáttanum verður mett, at við ársenda 2023 er nettoskuldin komin niður um eina álíkning.

 

Raksturin er 273,4 mió. kr., og útreiðslurnar til rentur og rentstuðul 18,4 mió. kr., sum er ávikavist 7,1% og 51% hægri enn í fíggjarætlanini 2023. Uttan lønarlyft hækkar raksturin 5,8% í mun til 2023. Lutfallið millum inntøkur og rakstur er 77,5%.

 

Í fíggjarætlanini fyri 2024 eru inntøkurnar mettar til 352,7 mió. kr., og er hetta ein hækking á 7,2% í mun til fíggjarætlanina 2023. Metta avlopið á 8 mió. kr fyri 2024 verður brúkt til at rinda avdráttir.

 

Skattaprosentið er óbroytt, 20,75%, skrivar klaksvik.fo.