Vitjað varð í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og bjóðað varð til døgurða í Varpinum. Hóast mentanarhúsið ikki er heilt liðugt enn, var talan um eitt sera væleydnað tiltak.
- Hetta var eitt slóðbrótandi tiltak, tí gestirnir eru partur ráðstevnu hjá ICCA, sum stendur fyri International Congress and Convention Association. Tað merkir, at talan er um umboð og veitarar úr øllum heimunum, sum hvør í sínum lagi arbeiða við at skipa fyri fundum, ráðstevnum og tiltøkum, vanliga nevnt MICE-ferðavinna ella vinnuferðavinna.
Hetta er fyrstu ferð, at Klaksvíkar kommuna bjóðar seg fram at hýsa líknandi ráðstevnum.
- ICCA-ráðstevnan byrjaði í Havn mánadagin, og gestirnir fara av aftur landinum hósdagin, vita tey hjá Visit Norðoy at siga í dag.
Tað var í juni, at Visit Norðoy og Klaksvíkar kommuna fingu møguleikan at vera partur av ráðstevnuni, og bjóðað varð inn í nýggja mentanarhúsið, Varpið.
- Hóast Varpið ikki er heilt liðugt enn, so varð hildið fast við avgerðini um at hava sjálvan veitsludøgurðan her. Endamálið var at vísa gestunum teir møguleikar, sum eru við teimum nýggju og góðu kørmunum, sum koma at verða í Klaksvík og við hesum at bjóða Varpið og Klaksvík fram í ráðstevnuhøpi í framtíðini.
Tiltakið í Klaksvík byrjaði í róðrarneystinum, har borðreitt varð við køkum.
- Tað sermerkta var, at rávørur frá Føroya Bjór vórðu brúktar í matgerðini til hesar køkur. Eisini var møguleiki at fáa nakrar smakkiroyndir frá Føroya Bjór. Eftir tað helt Einar Waag eina stutta røðu, har hann greiddi frá søguni og virkseminum hjá Føroya Bjór í dag.
Sjálvur fekk Einar eisini handað eina virðisløn frá kommununi. Virðislønin var ein heiðursgáva fyri teirra áhaldandi arbeiði innan menning og burðardygd.
##med2##
Í Varpinum bjóðaði Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, gestunum vælkomnum, og Leif Sørensen, kokkur, borðreiddi við alskins fiskarættum. Rávørurnar vórðu lætnar av JFK, Bakkafrost og útróðrarbátinum, Guðrun.
Seinni um kvøldið vóru framførslur frá kvinnukórinum SUÐ og Hamradun.
- Hóast ymiskt arbeiði er eftir at gera, eitt nú at stilla ljóðviðurskiftini, so vóru flest øll samd um, at helst er talan um ein av bestu konsertsalunum í landinum.
Í Visit Norðoy leggja tey aftrat, at enn er dagurin ikki ásettur, nær Varpið letur upp, men miðað verður eftir, at latið verður upp seinni í ár.
##med3##