Klaksvík steingir vegir til landsdystin í morgin

Ferðslukunning í samband við landsdyst á Djúpumýru

Í morgin, fríggjadagin 27. oktober, leika kvinnurnar hjá Føroyum ímóti Aserbadjan í Djúpumýru í Klaksvík.

 

Dysturin byrjar klokkan 14.

 

Í hesum sambandi kunnar Klaksvíkar kommuna nú um, at Bøgøta verður stongd í tímunum frá klokkan 12 til 17 í morgin.

 

- Stongt verður frá Atlantis og niðan til Badmintonhøllina, og tískil steðgar býarbussurin ikki á Bøgøtu í hesum tíðarskeiði.

 

Lagt verður aftrat, at J. Waagsteinsgøta eisini verður stongd í tímunum frá klokkan 9-17.

 

- Undantak verður givið til tey, sum hava ørindir í Dr. Margrethu Barnagarði, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.