Klaksvíkar sløkkilið fingið nýggjan stigabil

Nýggi bilurin hevur nógvar hentleikar, eitt nú røkkur stigin 30 metrar.

Mánamorgunin kom nýggi stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið til Klaksvíkar. Nýggi bilurin hevur nógvar hentleikar, eitt nú røkkur stigin 30 metrar og fer hetta at gera arbeiðið hjá sløkkiliðnum bæði lættari og tryggari.

 

Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, er sera fegin um nýggja bilin. Hann greiður frá, at bilurin er sera framkomin.

- Við nýggja stigabilinum verður møguligt at koma longur upp í hæddirnar, harumframt rúmar kurvin í stiganum upp til fimm fólk og eisini ber til at flyta fólk í børu. Somuleiðis hevur kurvin ljós, og harvið kunnu vit fáa betri yvirlit í eini skaðastøðu. Bilurin hevur eisini eina fjarstýrda vatnkanón.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, er somuleiðis væl nøgdur við nýggja bilin.

- Seinastu árini hava vit fingið fleiri størri bygningar í kommununi. Eg kann nevna nýggja skúlan, Varpið og Biskupstorg, umframt fleiri virkisbygningar. Hetta setur krøv til tilbúgvingina í norðurøkinum og tí er neyðugt við einum tílíkum bili í flotanum hjá sløkkiliðnum.

 

Klaksvíkar býrað samtykti í 2021 at keypa nýggjan stigabil til tilbúgvingina í Norðoyggjum. Samlaði kostnaðurin fyri stigabilin er í alt 5,6 mió., sum verður deilt millum kommunurnar í Norðoyggjum. Parturin hjá Klaksvíkar kommunu 4,7 mió, skrivar klaksvik.fo.