Klaksvíkingar settu tingini upp á pláss

10-mannafør: Norðingur bjóðaði í miðróðrinum av, men í endaspurtinum vísti tað seg at búgva meiri í teimum umborð á Klaksvíkingi

Í fjør kiksaði tað hjá favorittunum úr Klaksvík, tá ið Norðingur streyk avstað við sigrinum á norðoyastevnu. Tað var stórt vónbrot hjá teimum í Klaksvíkar Róðrarfelag, meðan fagnaðurin mest sum ongan enda hevði hug at taka hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi.

 

Í dag vendi tað øðrvísi. Vestmenningur var triði bátur í kappingini millum 10-mannafør. Vestmenningar høvdu ikki roknað við at vera við í kappingini um fremsta plássið, og Vestmenningur endaði á triðja plássi.

 

Kappingin stóð millum Klaksvíking og Norðing. Klaksvíkingur legði bragdligari fyri. So arbeiddi Norðingur seg alt nærri heimamonnunum, og eina løtu í miðróðrinum sá munurin út til at vera heilt lítil.

 

Í endaspurtinum var Klaksvíkingur drúgvari, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Klaksvíkingur eina hálva bátslongd undan Norðingi.

 

Talan var um vakran og spennandi róður, sum leggur upp til, at tað eisini næstu ferðirnar verður spennandi, tá ið 10-mannaførini fara at kappast.

 

##med2##