Klaksvíkingar spyrja seg sjálvar: Hvørja leið gongur Kósin?

Í Klaksvík er spenningurin stórur um, hvør fer at seta pengar í Kósina, nú Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen bakka út

Nær far flaggskipið nýggjan førara?

Klaksvíkingar bíða í spenningi eftir, hvør lagnan hjá størsta arbeiðsplássinum í býnum verður, nú Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen hava selt síni A-partabrøv til Sparikassan, sum er ein av stóru eigarunum í Kósini.

Sverri og Hansara Framtaksgrunnur, JFK-trol ? ja, gitingarnar økjast proportionalt umvent við óvissuni.

Men møguligir høvuðspersónar vilja onki siga. Ella eru teir ikki til at fáa fatur á.


Ongin veit...

Tá Sosialurin fyrr í vikuni ringdi til Framtaksgrunnin, ljóðaði stjórin í grunninum Niels Dann West beinleiðis ovfarin av spurningum, um Framtaksgrunnurin fór at seta pengar í virkið fríggjadagin ? í gjár.

Á JFK-trol er heldur ongin hugur at práta um møguliga íløgu í Kósina. Stjórin Hanus Hansen vísir kortini aftur, at tað í verandi løtu er upp á tal, at JFK-trol keypir seg inn í Kósina.

Og Jóhan Páll, sum framvegis ? inntil aðalfundin 26. mars ? røkir stjórastarvið, er farin til USA á sølustevnu.


Politikkurin

Tað er ongin loyna, at tað er ein ósemja millum Norðoyar Sparikassa og teir báðar Jóhanarnar Páll og Dávid, um hvussu Kósin best skal standa seg frameftir.

Jóhan Páll Joensen hevur ofta í fjølmiðlunum víst á, at Kósin er vorðin stóri taparin í dúgliga saneringspolitikkinum í flakavinnuni seinastu árini, sum nú sær út til at beina kreditorloysnina Fiskavirking aftur á vinnarakós.

Grundgevingin er einføld. Kósin kostar 28 mill-iónir krónur, meðan dýrasta virkið undir Fiskavirking í dag kostar 8 milliónir krónur.

Hetta er kappingaravlagandi hevur Jóhan Páll ført fram.

Tað er onki dulsmál, at virkandi stjórin hevur ynskt, at Kósin bleiv sanerað, og á tann hátt aftur gerast kappingarfør.

Men stjórin í Norðoyar Sparikassa hevur víst tankanum um sanering aftur.

Og so stóð til endans fast millum ymisku áskoðanirnar. Úrslitið var, at Jóhan Páll og Jóhan Dávid valdur at pakka saman og takka fyri seg.

Arbeiðið á Kósini hevur hóast stríðið handan leiktjøldini gingið sína gongd. Virkið hevur higartil klárað sínar skyldur, men skútan flýtir so lágt, at eitt nú Jóhan Páll hevur borið ótta fyri, at hon fór at taka sjógv inn.

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á stjóranum í Norðoyar Sparikassa Jóannes Poulsen áðrenn blaðið fór til prentingar.

Nú er fríggjadagur tann 13. neyvan heldur dagurin, har leiðin hjá Kósini frameftir endaliga verður lagd út í kortið.