KÍ er topplið, og HB roynir at vinna seg nærri toppinum. Í kvøld er toppdystur í Gundadali, og nú fyrri hálvleikur er liðugur, vísir máltalvan 0-2. Klaksvíkingar hava leikliga verið omaná, og higartil hevur tað gingið fyri seg eftir treytunum hjá KÍ.
Stóripinnur hevði bara verið runt tríggjar ferðir, tá ið Teitur Matras Gestsson fyrstu ferð noyddist í meskarnar eftir bóltinum. Árni Frederiksberg kastaði langt inn úr høgru, Heini Vatnsdal snittaði bóltin víðari, Claes Phiip Kronberg royndi seg við skoti, og eftir kontra stakk bólturin til Bob Sumareh, sum setti bóltin í málið.
1-0 til KÍ. Áskoðararnir í KÍ skýlinum, sum tey har norðuri plaga at kalla vestara skýlið, trallaðu og sungu, at liðið eitur KÍ, og soleiðis var tað. Tað gekk fult og heilt fyri seg eftir treytunum hjá gestunum, og tá ið 20 minuttir vóru farnir, varð støðan 2-0, og so var tað so skjótt í huganum at verða drigin aftur til síðsta leikdag í 2019, tá ið talan var um finalu millum B36 og KÍ á sama vølli, og klaksvíkingar tíðliga í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 2-0 og vunnu 3-0.
Seinna málið var eftir fríspark í vinstru. Jóannes Bjartalíð legði fram í brotsteigin, og við handara stólpa tveitti Odmar Færø seg fram og stýrdi bóltin í málið.
HB skifti út, tá ið lítil hálvur tími var farin. Pætur J. Petersen avloysti René S. Joensen. Mads Bo Mikkelsen varð fluttur í sentralan leiklut og Pætur settur í ódnina í borðinum, og tað var, tá ið Pætur var komin á vøllin, at tað eydnaðist HB at vinna seg til spentar støður, hornaspørk og málmøguleikar.
Fram ímóti steðginum tóktist KÍ meiri áhugað í at halda tørn og verja enn at søkja 3-0 málið. Men tríggjar minuttir undan steðginum var um reppið, at Bob Bubakar og Árni Frederiksberg spældu seg í støðu til at økja um leiðsluna.
Dómarin legði tveir minuttir aftrat fyrra hálvleiki, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, noyddist Mads Bo Mikkelsen skaddur av vøllinum, og Hilmar Leon Jakobsen loysti hann av. Harvið hevur HB í fyrra hálvleiki skift tveir spælarar út.
HB – KÍ (0-2)
0-1: Bob Bubakar 4.
0-2: Odmar Færø 21.
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen (Pætur J. Petersen, 29.), Heðin Hansen – Mads Bo Mikkelsen (Hilmar Leon Jakobsen, 45.), Michal Przybylski, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl
Gult kort: Pætur J. Petersen
Venjari: Kevin Schindler
KÍ: Mattias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Jóannes Bjartalíð, Claes Philip Kronberg – Bob Sumareh
Venjari: Mikkjal Thomassen