Klaksvíkingur var aftur fremstur

10-mannafør: Í dag var kappingin um næstfremsta plássið heilt stór

Aftur í dag var tað Klaksvíkingur, sum var fremstur, tá ið 10-mannaførini kappaðust.

 

Talan var um rættiliga kapping millum Klaksvíking og Havnarbátin og Norðing.

 

Klaksvíkingur sá út til at vera fremstur eftir startspurtin, og Klaksvíkingur var fremstur allan teinin. Men hann slapp ongantíð rættiliga leysur av hinum báðum bátunum.

 

Norðingur var væl betri við í kappingini, enn hann hevur verið tær báðar undanfarnu ferðirnar.

 

Norðingur var eina løtu undan Havnarbátinum, men í endaspurtinum var Havnarbáturin tann drúgvari. Tá dró tað eisini saman millum teir báðar avbjóðararnar og Klaksvíking, sum tó var eina hálva bátslongd undan hinum báðum.

 

1 Klaksvíkingur (KRF)04:35.03+00.007 
2 Havnarbáturin (HR)04:36.17+01.146 
3 Norðingur (NHR)04:36.46+01.435
1 Klaksvíkingur (KRF)320 
2 Havnarbáturin (HR)319 
3 Norðingur (NHR)315

 

https://rsfurslit.fo/