Klaksvíkingur vunnu trivaligan sigur

Tað var bara í øðrum setti, at ÍF av álvara megnaði at bjóða av

Fyri einum ári síðani vóru tað fuglfirðingar, sum stórfegnaðust um sigur í steypafinaluni. Tá vann ÍF ímóti Mjølnir. Tá var talan um fimm sett, og tá var tað heilt spennandi í fimta setti, tá ið ÍF vann 15 – 12, eftir at Mjølnir hevði vunnið fyrsta og fjórða settið, og ÍF vann í øðrum og triðja setti.

 

Í kvøld tryggjaði Mjølnir sær sigurin eftir fýra sett. Mjølnir legði bragdliga fyri og vann fyrsta sett so trivaligt sum 25 – 14. Blokkurin var øgiliga góður, so tað var heilt torført hjá ÍF at vinna stig.

 

Tá lá tað í luftini, at talan fór at verða so at siga um avgreiðslusigur, men ÍF menti seg aftur í øðrum setti, sum ÍF vann 25 – 23.

 

So var støðan 1 – 1, og harvið var støðan sum í útgangsstøðuni. Spurningurin var, um ÍF nú átti sálarligu yvirvágina, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera. Mjølnir vann við fínum blokki bæði triðja og fjórða settið 25 – 18 og harvið dystin 3 – 1.

 

Í fjør var tað reyða legan hjá fuglfirðingum, sum fegnaðist yvir steypasigurin, og í kvøld var tað svarta legan hjá klaksvíkingum, sum fegnaðist yvir steypasigurin.

 

 

 

Mjølnir – ÍF 3 – 1

 

25 – 14, 23 – 25, 25 – 18, 25 - 18