So er stundin komin til returvitjanina hjá Klarinettkóri Tórshavnar Musikkskúla til Reykjavíkar.
Klarinettkór Tónlistaskóla Reykjavikur var á vitjan her nýliga í sambandi við eitt føroyskt/íslendskt samstarvsprojekt.
Nú fara vit til Reykjavíkar hetta vikuskiftið. Vit venja saman á Tónó (Tónlistarskólinn í Reykjavík) sum liggur beint við føroyska sjómansheimið, har vit eisini gista.
Konsertirnar verða í kirkjuni á Skálholti nú leygardagin og í Norrænahúsinum sunnudagin, ávíkavist kl 16.00 & 15.00.
Klarinettleikararnir eru: Gwenael Helmsdal Carré, Lena Jacobsen, Irena Joensen, Billa Sandoy, Kirstin Ljósheim, Ragnheiður Thorleifsson, Maia Petursdóttir og Tóki Joensen í fylgi við lærara og leiðara Bjarna Berg.
Okkara hópur er mannaður við nøkrum av bestu klarinettnæmingum landsins, harav fýra teirra eru ella hava verið á Mumi (musikkskúlamiðnámi). Tveir næmingar eru av bygd, Lena er av Strondum og Tóki frá Runavík.
Vit takka stuðlum fyri at gera hetta sera gevandi samstarvið møguligt. Stuðlarnir eru:
Nata, Tórshavnar Kommuna (játtan bæði frá mentan og grunninum Tórs/Nuuk/Rkv), Tórshavnar Musikkskúli, Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Runavíkar Kommuna/Musikkskúli og evt. fleiri.
Skráin er m.a. sett saman av verkum eftir: Molter, Bach og Mozart, við útseting eftir Bjarna Berg og Sigurður I Snorrason, einum nýskrivaðum stykki eftir ein av íslendsku spælarunum Jófríður Ákadóttir. Harumframt hevur Pauli í Sandagerði sent okkum eina feska útseting fyri klarinettkór, av sínum egna sálmi Nú aftnar dagur. Solistar eru m.a. Gwenael og Irena.