Klassamunur í botninum

StÍF-Sóljan 32-17 (16-7):
Eftir at StÍF á heimavølli vant burtur úr Sóljuni tykist vágaliðið at vera nógv hitt veikasta í botnstríðnum

Hondbóltur ? kvinnur

Tað, sum var ætlað at verða tann stóri botngysarin á Skála ? endaði sunnudagin við eini rættiligari avsmyrjing av Sóljuni, sum nú veruliga er sett av niðast á stigatalvuni.

Eingin ivi
Tað var ongan tíð nakar sum helst ivi um, hvat av liðunum var hitt betra sunnudagin. StÍF hevur seinastu vikurnar fleiri ferðir hótt við at taka stig frá liðum, sum á pappírinum tykjast sterkari, og nú var tað so staðfest, at tøttu dystirnir móti eitt nú Stjørnuni og VB so als ikki vóru tættir av tilvild.
Longu fyrstu minuttirnar av dystinum løgdu strandakvinnurnar sjógv ímillum seg og mótstøðuliðið, og áðrenn gestirnir fingu fyrsta málið, høvdu tær á heimaliðnum longu skorað fimm ferðir.
Longu í steðginum mundi standa øllum greitt, at her vendist ikki hjá Sóljuni, og at byrja við sá seinni hálvleikur út til at ganga, sum fyrstu 30 minuttirnir. Eitt lítið skifti mutaðu gestirnir tó ímóti, men hóast tær tá skutu fýra mál á rað, so var hetta á ongan hátt nóg mikið til bara at hótta heimaliðið.

Kósin er sett
Eftir dystin er støðan í botninum broytt, soleiðis at Sóljan nú er niðasta liðið. Umframt at vera niðastar, so hevur Sóljan eisini nógv hin vánaligasta málmunin av liðunum í botninum, og í løtuni er ilt at síggja nakran veg burtur úr botninum fyri teirra viðkomandi.
Bæði StÍF og Kyndil ? sum eru kappingarneytarnir í botninum ? munnu tó vera greið um, at hóast Sóljan í løtuni liggur, so er hon ikki følnað. Í fjør tóktist støðan eitt skifti at vera meinlík henni í ár, og eingin ivi var um, at Sóljan helst mátti leiðina í aðru deild.
Tað ferðina reistust tær tó, tá tørvurin á hesum var størstur, so hóast útlitini eru døpur, so er man vónin á ongan hátt vera slóknað enn fyri teirra viðkomandi.
Hjá StÍF mundi sigurin geva sjálvsálitinum eitt stórt skump rætta vegin. Sum sagt, so staðfesti sigurin, at góðu úrslitini seinastu tíðina ikki eru íkomin av tilvild, og slík staðfesting styrkir altíð um.
Spurningurin hjá StÍF tykist nú fyrst og fremst at vera, hvørt tær kunnu klintra eitt fet longur upp á talvuna. Helst gerst einki við hetta komandi vikuskifti, tá StÍF vitjar í Vestmanna, men samstundis spæla Sóljan og Kyndil, og tann dysturin fer helst meira enn nakar annar at geva eina ábending um, hvussu leikur fer at fara í endaspælinum hjá kvinnunum í ár.

Dysturin í tølum
StÍF-Sóljan 32-17 (16-7):
Málskjúttar:
StÍF: Ileana Manolescu 10(2), Alina Olaru 9(2), Poula D. Olsen 5, Anna B. Danielsen 4, Anna Maria Berthelsen 3, Guðrun Ólavsdóttir 1
Sóljan: Asta Petrauskiene 6(1), Hertha Simonsen 3, Marjun Johansen 2(1), Louisa Jørgensen 2, Heidi S. Haraldsen 2, Heidi Maria Akselsen 2
Brotskøst: StÍF 4, Sóljan 4
Útvísingar: StÍF 2, Sóljan 5
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum.