Klassamunur í Gundadali

Fótbóltur: Kaj Leo Johannesen í HB-málinum hevur spælt nógvar dystir ímóti GÍ millum ár og dag, men sjáldan hevur hann havt so lítið at gjørt sum sunnudagin, tá ið HB vann sannførandi sigur á gøtumonnum

Hesi seinastu mongu árini hava dystirnir millum HB og GÍ altíð verið dystir, sum hava verið sera javnir og undirhaldandi. Hetta er ikki støðan longur, tí í dystinum sunnudagin var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór. HB var snøgt sagt ein klassa betur enn gøtumenn!


HB legði tryst á beinanvegin

Frá fyrsta bríksli legði HB tryst á verjuna hjá GÍ, og longu í 4. minutti var nær við at heimaliðið kom á odda. Suni Fríði Johannesen fekk ein bólt úr vinstru og smekkaði til, men royndin hjá honum endaði í síðunetinum. Í 9. minutti fekk Andrew av Fløtum tikið bóltin frá gøtuverjuni í vinstru síðu, hann spældi bóltin flatt inn til ein púra leysan Súna Fríða, men Sunnvard Joensen fekk bjargað royndini hjá runavíkinginum í HB.

HB legði seg á odda, tá ið 23 minuttir vóru leiktir. Jens Erik Rasmussen sendi ein bólt inn fyri til Súna Fríða, sum skeyt beinanvegin. Sunvard hálvbjargaði, og so var Súni Fríði klárur og setti pannuna á bóltin, sum fór í mál til 1-0. Bert tríggjar minuttir seinni var aftur mál. Allan Mørkøre skeyt eitt av sínum mongu góðu langskotum, sum Sunvard ikki fekk hildið, og enn einaferð var Súni Fríði fyrstur á bóltinum og koyrdi hann í málið til 2-0.

Stutt undan báðum málunum hjá HB hevði GÍ havt ein rimmar møguleika, men royndin hjá Henningi Jarnskor endaði á nettakinum.


Seinni hálvleikur

eitt stórt HB-álop

Tað var fyri tað mesta spæl upp á eitt mál í seinna hálvleiki. Álopini skolaðu inn í GÍ-brotsteigin, og høvdu ikki Sunnvard Joensen í málinum og Samson Nesá á aftasta manni spælt so mikið væl, umframt at HB-leikarnir vóru rættiliga óneyvir til tíðir, so hevði úrslitið kanska verið eini 5 ella 6-0! HB fekk tó eitt mál í seinna hálvleiki, sum kom tá ið ein knappur hálvur tími varð eftir at leika. Allan Mørkøre rak inn móti GÍ-brotsteiginum og komin á sjálvt brotsteigarmarkið royndi hann seg við einum skoti, sum smeyg sær inn við handaru stong. Minuttin undan hesum málinum hevði Allan buldrað eitt fríspark á tvørstongina hjá GÍ.

Í seinna hálvleiki var Súni Fríði Johannesen nakrar ferðir nær við at gera eitt hat-trick, men gott málmansspæl frá Sunvardi Joensen forðaði honum í hesum.


HB-ararnir lupu á

um allan vøllin

Sum sagt, so var stórur munur á liðunum sunnudagin. Leikarnir hjá HB vóru nógv ágrytnari enn teir hjá GÍ, og haraftrat var sjónligur munur á, hvat liðið orkaði betur. Tað, sum hevur eyðkent GÍ síðstu mongu árini, er, at teir ikki hava givið mótstøðuliðinum frið til at spæla sítt spæl. Sunnudagin var tað júst umvent. GÍ-ararnir fingu ikki frið fyri HB-leikarunum, sum vunnu so at siga allar nærdystirnar. HB spælir sum ein heild, spælarnir flyta seg væl fyri hvørjum øðrum og eru raskir at bakka hvønn annan upp. Ein maður sum Allan Mørkøre man neyvan hava verið betri fyri enn nú, men eisini leikarar sum Hans Fróði Hansen, Hans á Lag og Johannes Joensen eru sera væl fyri eins og restin av liðnum.

GÍ harafturímóti tykist ikki at hava sama flogið yvir sær sum áður, og í dystinum sunnudagin var tað fleiri ferðir at teir bert stóðu sum statistar og hugdu at, meðan HB-ararnir broderaðu seg eftir vøllinum.


Góð døming

Dómarin í dystinum, Birgir Sondum, kom væl frá uppgávuni. Hann hevði ostaflísina á lofti fýra reisir, og tað var í lagi. Tí einu ferðina átti kortið helst at havt ein annan myrkari lit, men Birgir stóð illa fyri til at síggja, hvat ið fór fram, so ístaðin átti linjuverjin at víst sín myndugleika, eins og hann gjørdi fyrr í dystinum.