Konsertirnar verða í Tjørnuvíkar Kirkju mánadagin 24. juni kl 19 og á Listasavninum í Tórshavn mikudagin 26. juni kl. 19.30
Bert seytjan ára gamal stóð Dávur Birgisson í vár royndina at sleppa inn á Konservatoriið í Keypmannahavn við hægsta próvtali.
Dávur hevur seinnu trý árini gingið á Musikkskúla Miðnám í Tórshavn við Ragnari Olsen sum lærara. Dávur byrjaði at ganga í musikkskúla sum tíggju ára gamal, og longu tá vísti hann serstøk evni og serstakan vilja til at fáa nakað burturúr gittaranum. Sum ellivu ára gamal stóð hann sína fyrstu próvtøku í Associated Board of the Royal Schools of Music, og hevur hann síðani tikið allar Associated Board próvtøkunar. Dávur hevur eisini luttikið á nógvum konsertum bæði á musikkskúlanum og ymsastaðni í Føroyum.
Umframt hetta hevur hann eisini luttikið á tí stóru musikkkappingini Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence.
Áðrenn Dávur fer av landinum í lestrarørindum, vil hann við hesum konsertum sum gittarsolistur, takka fyri seg.
Á konsertunum fara vit at hoyra tónleik eftir Mauro Giuliani, J.S Bach, Fernando Sor, Antonio Lauro, Luys de Narváez og Villa Lobos.
Konsertinar eru ókeypis - tó kostar tað 50 kr. at koma inn á listasavnið.