Klettur á 3-4 tons endaði á landsvegnum

- Eg havi sæð nógvar steinar í Líðini, men hetta er hin størsti, og eg meti, at hann helst vigar eini 3-4 tons, sigur Jón Klæmint Jacobsen í Skálavík

Tað er javnan, at grót loysnar úr lendinum omanfyri Sandslíð og legst á landsvegin, sum knýtir eysturbygdirnar í Sandoynni til norðara økið í oynni og farleiðina inn á meginlandið.

 

Soleiðis hevur eisini verið í nátt ella tíðliga í morgun, tá fólk byrjaðu at koyra í Sandoynni. Lopið var oman á landsvegin í Líðini og tey fyrstu, sum koyrdu í morgun, sóu stóra klettin á myndini.

 

Kletturin var endaður úti í bilverjuni.

 

Á Facebook-vanganum hjá Jón Klæminti Jacobsen í Skálavík liggur henda myndin, sum vit hava lánt. Sjálvur sigur myndaeigarin, at hetta er størsti klettur, hann hevur sæð í Líðini.

 

- Eg havi sæð nógvar steinar í Líðini, men hetta er hin størsti, og eg meti, at hann helst vigar eini 3-4 tons, sigur Jón Klæmint Jacobsen í Skálavík.

 

Tað tók tó ikki langa tíð, fyrr enn vegurin í Líðini var ruddaður, og stóri kletturin var burturbeindur. Tey, sum vóru á veg eystureftir nakað eftir klokkan 08, sóu einki á vegnum.