Misskiljing
Danir rópa tað fyri »en and«, tá ein søga, sum kortini ikki er, kemur út í fjølmiðlarnar, og í so máta var tað ein vælvaksin jóladunna, sum kom á skíggjan hjá SvF týskvøldið.
Vitandi um at Fótbóltssambandið týsdagin sat á fundi, har venjaraspurningurin hjá landsliðnum var millum evnini á skránni, gjørdi Sjónvarpið eina roynd at verða fyrsti miðilin, sum kom við søguni.
Søgan
- Vit høvdu eins og so nógv onnur hoyrt leysasøgur um, at nýggi maðurin í starvinum skuldi verða Benny Johansen. Frá fleiri álítandi keldum frættu vit, at hald var í slatrinum, og týsdagin settu vit okkum so fyri at fáa fatur í manninum.
Soleiðis byrjar tíðindaleiðarin í SvF, Øssur Winthereig, tá vit seint týskvøldið fingu orðið á hann, fyri at fáa eina frágreiðing uppá, hví tíðindini vórðu borin, sum tey vórðu. Ikki minst, tá FSF-bossurin, Dánjal Andreasen, endurgav Benny Johansen fyri at siga, at hann í hvussu so er ikki hevði tosað við føroyska sjónvarpið.
Óvitandi um, at Benny Johansen ikki longur er búsitandi í Silkeborg, hevði SvF fingið fatur í telefon-nummarinum hjá einum Benny Johansen, sum er búsitandi í Silkeborg, og her gerst søgan veruliga stuttlig ? ella syrgilig.
- Sæð í bakspeglinum, so má søgan sigast at vera ótrúliga komisk, men eg kann lova fyri, at tað var alt annað enn stuttligt, meðan alt gekk fyri seg, sigur Øssur.
- Eg rokni við, at hesin Benny Johansen í Silkeborg ígjøgnum ár og dag er uppringdur eitt ótal av ferðum, har fjølmiðlafólk av alskyns slag hava spurt hann um hansara hugsan um ymsar fótbóltsspurningar. Tí ger hann ikki mætari enn at spæla við, nú føroyska sjónvarpið ringir, og tá vit hava tosað við hann eina løtu, staðfestir hann, at hann skal gerast nýggjur landsliðsvenjari.
- Hóast hesa staðfesting, so vóru vit enn ikki heilt vísir. Vit bíðaðu sum longst, eftir at FSF-fundurin skuldi enda, men vit máttu bara staðfesta, at tað ikki bar til at fáa boðini um hetta fyri evstamark hjá okkum. Tískil ringdu vit eina ferð niður, og tá hesin Benny Johansen enn einaferð staðfesti, at hann skuldi gerast føroyskur landsliðsvenjari, og enntá sigur, at hann kemur til Føroya hósdagin, so valdu vit at koyra søguna, staðfestir tíðindaleiðarin.
Alt fall saman
Eftir tíðindasending og Globus kom Sjónvarpið sum kunnugt við eykasending, har Dánjal Andreasen avsannaði, at Benny Johansen var settur í venjarasessin.
- Vit royndu sjálvandi av øllum alvi at greiða fløkjuna. Fyrst hildu vit kanska, at vit vórðu gjørdir til partar í einum spæli, sum vit ikki rættiliga skiltu, men spakuliga komu so allir brikkarnir í puslispælinum upp á pláss.
- Nú havi eg so ringt niður til tann veruliga Benny Johansen og givið honum einum treytaleysa umbering frá okkara síðu, og hóast hann kanska kundi havt orsøk til tað, so tóktist hann á ongan hátt at vera illur um hetta.
- At Útvarpið so júst hendan dagin vitjaði Sjónvarpið fyri at fáa tilfar til ?góðan morgun Føroyar?, ger so bara søguna enn stuttligari, og mikumorgunin fari eg so niðan at greiða frá, hvat tað var, sum veruliga hendi, so hetta verður ordiliga meiggjað út sigur Øssur Winthereig at enda.
Hesa søguna kundu lurtararnir hjá morgunsendingini hjá Útvarpinum so lurta eftir í gjáramorgunin, og hóast tað einki hevur við teir báðar fjaðrarnar og tær fimm hønurnar hjá H.C. Andesen sála at gera, so var tað um ikki annað søgan um, hvussu ein páskadunna av teimum heilt stóru varð til í SvF.