Í annaðkvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum Liverpool og FC Barcelona. Lionel Messi og FC Barcelona vunnu fyrru hálvfinaluna 3-0.
Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur á tíðindafundi í dag kunngjørt, at hvørki Roberto Firmino ella Mohamed Salah verða tøkir til dystin. Fyrrnevndi hevur trupulleikar við baklærinum, meðan Mohamed Salah mátti skiftast út við heilaskjálvta í 3-2 sigrinum á Newcastle leygarkvøldið. Hann er ikki tøkur.
##med2##
Sostatt verður bara Sadio Mané við av teimum trimum í álopinum, sum eru fyrstaval. Hartil er Naby Keita skaddur og spælir ikki aftur hetta kappingarárið. Tí verður tað helst millum Daniel Sturridge, Divock Origi og Xherdan Shaqiri at fylla plássini, um ikki Jurgen Klopp heldur fast í Gini Wijnaldum á fremsta plássinum, sum hann gjørdi eina løtu á Camp Nou.
##med3##