Here we go again …
--------------
So var alt á gosi aftur um stavraðið. Hvør Hanus og Janus heldur seg vita akkurát, hvussu tað eigur at vera. Uttan at hava nakra veruliga grundgeving fyri sínum meiningum.
Tað er jú gott at kjakast um mál, sum viðkoma okkum øllum. Men tað er álíkavæl so himmalrópandi tollut, tað sum nú gongur fyri seg. Leikmenn síggja tað sum sína uppgávu at fáa ein enda á stavraðsmálinum, sum – Gud viti hví – er blivið teirra marra. Teir leggja eftir hvør øðrum og brúka seg, sum stóðu teir undir einum húsarveggi.
Beint ímóti tilmælinum frá meirilutanum í Málráðnum, sum løgtingið sjálvt setti, hevur løgtingsmaður lagt sítt egna uppskot fyri tingið at samtykkja. Og sum tað sær út, so kunnu tey snilt finna upp á at atkvøða tað ígjøgnum. So lítið virðismeta tey serfrøðina. Kundi hugsað mær at sæð snýðið á uppskotsstillaranum, sum eisini er skipari, um t.d. málfrøðingur trokaði hann av ræði, tá rokað nót varð drigin inn. Sum sagt, so er tað gott og strimbrandi at skifta orð um øll viðkomandi mál. Men tær nýtist ikki at leggja lógaruppskot fram fyri tað.
Vit føroyingar kunnu vera glaðir fyri, at málið hevur tað so gott. Tað er sjálvsagt tí, at vit eiga og hava átt fólk, sum við undirvísing, gransking og útgávum við fjølbroyttum innihaldi røkja og bera málið framá.
Tú gongur ikki soleiðis gerandis og hugsar um føroyskt. Men tað er nógv sum ávirkar teg. Umframt føroysku miðlarnar, so t.d. allir sangirnir, sum bæði ung og goml dáma at lurta eftir og syngja. Nógvir teirra, sum eru vorðnir fólkaogn, eru málsliga góðir. Og tað sigur nógv.
Tað verður ongantíð soleiðis, at øll verða á einum máli. Men tað tykist so tápuligt, tað sum nú hendir, bara at sápla niður og skúgva til viks niðurstøðuna hjá meirilutanum í Málráðnum. Sjálvsagt skalt tú kunna finnast at, men tað skal valdast. Og »fremmandu« stavirnir verða ikki útihýstir úr føroyskum, hóast teir ikki eru í alfabetinum. So hvør er trupulleikin!
Hví ikki heldur brúka orkuna upp á at gera okkurt gott fyri málið, sum kann koma børnunum til góðar! Sum kann viga upp móti ávirkan uttanífrá, sum altíð hevur verið okkum fyri, og sum vit higartil hava dugað sera væl at tikið ímóti, júst tí vit hava havt góðar málsligar vegvísarar.