Klumman: Smakur er altíð persónligur

Simona Weihe
simona@sosialurin.fo
-------

Tá eg havi hoyrt um ella sæð myndir av barnagarðsbørnum, sum vitja á heimum, har gomul og veik búgva, havi eg ofta undrast á, hvør motivatiónin man vera. Skal nakar undirhaldast: tey á heimunum, sum sjálvsagt eru heima hjá sær sjálvum, ella børnini! Børnini syngja, eta matpakkar, fáast við jóla- ella páskapynt o.a. Hvør veit, kanska liggur onkur faklig meining aftanfyri.

Spurdi eina vinkonu, um henni hevði dámt at fingið nøkur barnagarðsbørn at komið heim til sín at sungið »Góðan morgun, ketta mín« fyri henni ein dag, tá hon var illa fyri og ikki orkaði til arbeiðis. – Nei, takk, tað hevði eg ikki tímað, var svarið.

Eg haldi ikki, at tað er tengt at tínum árum, hvønn tónleik tær dámar. Um tú sum 30 ára gomul dámar Sting, Leonard Cohen, Oslo Gospel Choir ella føroyskan kórsang, er lítið sannlíkt, at tú sum 60, 70 ella 80 ára gomul velur barnagarðssang framum.

Tey gomlu eru ikki ein einsháttaður bólkur, heldur enn nakar annar. Smakur er nakað persónligt. Hann er líka ymiskur hjá eldri og gomlum, sum hann er frá barni av og upp gjøgnum lívið. Tað er jú tað einastandandi við lívinum. Sum ger tað litfagurt og fjølbroytt. Ymiski smakurin ella áhugin fyri klæðum, innbúgvi, tónleiki, átrúnaði, ítrótti, bilum, hondarbeiði, ja øllum møguligum, er saman við persónligheitini við til at gera hvønn einstakan til nakað serligt.

Eg kann taka eitt dømi úr talentkapping, har sjey ára gomul genta m.a. hevði valt sær løgini »Gloomy Sunday«, sum Billie Holiday sang í fýrati/fimmtiárunum, og »Bang Bang«, sum Nancy Sinatra sang í sekstiárunum. Gentan, Angelina Jordan, tulkaði hesar sangir so heilhugað, at dómarar og áhoyrarar sótu rúnabundin og táraðu. Víst er henda gentan vælsignað við serligum gávum. Men við tí einfaldu uppfatanini av aldri og tónleikasmaki, so høvdu fleiri væntað, at gentan heldur valdi sær onkran sang hjá Rihannu ella Beyoncé at syngja.

Tað vísir, at tú ikki kanst taka nakað sum givið. Tí ynski eg, at tá tað viðvíkur gomlum og veikum, at í ongum viðurskiftum verður skorið yvir ein kamb. Men at vit alla tíðina og til seinastu løtuna síggja tað einstaka og serliga menniskjað.

Og tað hendir tíbetur okkurt nýtt og spennandi. Um eina viku verður parkeringsøkið við Eysturoyar Røktar- & Ellisheim í Runavík karmur um ein tónleikafagnað. Hetta ljóðar sum eitt sera gott hugskot. Tey tólv nøvnini, sum verða at hoyra, eru so mikið ymisk, at har verður nakað fyri øll. Fyrireikararnir eiga stóra tøkk uppborna. Kann ímynda mær, at stákanin dagarnar framman undan setur sín serliga dám á í heiminum.

Vónandi og helst koma onnur við góðum hugskotum, so komið verður til teirra, sum eru bundin av hjálp og stuðli frá øðrum.