Klumman: Tann deiliga Havn

Simona Weihe
-------------
Havnin er vorðin so livandi og sjarmerandi við øllum sínum mat- og kaffistovum. Í summar­­veðrinum hava fleiri tikið túnið í brúk við. Og gestirnir kunnu nú eisini njóta máltíðina mjúku summar­­dagar­nar undir opnum himli. Kemur skýggj fyri sólina, so verða markisur­nar rullaðar út og strálu­hitin tendraður. Summi eru enntá so umhugsin at bjóða mær teppi at balla meg í.

Soleiðis hava matstovueigararnir í Havn dug­að so sera væl at tikið hesa stórbýar­ment­an til sín. Og vit eru nógv, sum finna fragd í at hittast á kaffistovu til eitt prát aftur við einum bita.

Matstøðini gera eisini nógv burtur úr mat­skránni. Angin av forkunnugum kryddi og angandi te’i fær teg at droyma teg burtur í onnur lond.

Og allastaðni eru fólkini handan diskarnar blíð og fyrikomandi. Nógv av teimum eru heilt ung. Av og á eru tey eitt sindur trilvandi, men tað er eisini í lagi, tí øll byrjan kann vera torfør.

Nøkur arbeiða eftir skúlatíð, og onnur taka sær frí, áðrenn tey halda fram at útbúgva seg. Soleiðis hevur altíð verið. Og fer helst at vera.

Vænti at arbeiðsgevararnir halda fram við at gera sær ómakin at læra tey nýggju upp og at geva teimum stundir at seta seg inn í arbeiðsgongdirnar.

Las fyri stuttum kronikk í Politiken, har ein Louis P. Larsen, sum tók sabbatár, skrivar um sín­ar upplivingar á danska arbeiðs­markn­að­­in­um. Og tað er ikki serliga huga­ligur lesnaður.

Vónandi fara matstovueigarar og -leiðarar – nú sum fyrr – at vísa somu virðing sum higar­til fyri ungu arbeiðsmegini. Og ann­ars bara taka eftir tí besta, sum tey gera aðra­staðni.

Tí vit kundar seta stóran prís upp á lekkran mat og ynskja hann borðreiddan av dugna­ligum tænastufólkum, sum kenna seg trygg.

Leinkið til kronikkin hjá Louis P. Larsen:
politiken.dk/debat/kroniken/ECE1983436/kald-mig-bare-ledige -louis/,