Knút og Kári gjørdu slætt borð

Nýggi hesturin hjá Knút Lützen kappaðist fyri fyrstu ferð hetta vikuskiftið, og um hendan kappingin er eftirfarandi, sov erður hann sannur fongur hjá eigarunum.

Tað skrivar Ríðisamband Føroya.

Uttandurakapping 3 hevur verið á skrá hetta vikuskiftið, kappingin var sermerkt við at summi ross ikki vóru við, og at fleiri nýggir vinnarar vóru. Serliga áhugavert var tó at síggja nýggja hestin hjá Knút Lútzen, Kára frá Ásbrú. Hesin hesturin er fyri stuttum komin úr Íslandi og kappaðist nú fyri fyrstu ferð her á landi.

Vónirnar vóru góðar til hestin, sum skuldi eitast at vera sera góður, og ikki kann sigast annnað enn at hann livdi upp til vónirnar. Kári gjørdi slætt borð, vann har hann var við og serliga í skjóta tøltinum í T1 finaluni vísti hann sannan karakter, og at hann er eitt ross, vit skulu halda eyguni við framyvir. Umframt T1 vunnu Kári og Knút eisini fjórgongdina

Gylling og Klæmint T. Myllhamar høvdu eisini eina góða kapping. Tey vunnu skeiðkappingina mikudagin og krúnaðu eitt gott vikuskiftið við at vinna fimmgongdina.

Aðrir vinnarar vóru:

V5 ung: Elma Laksafoss á Anga

V5 vaksin: Óluva á Lofti á Kopar

T7 ung: Elma Laksafoss á Anga

T7 vaksin: Gunnar Justinussen á Byrnir