Knapt 78 túsund tons av alilaksi vórðu tikin í fjør

77.863 tons í kruvdari vekt av alilaksi vórðu tikin í fjør. Hetta er væl meir enn í 2018, tá ið framleiðslan var umleið 65 túsund tons og eisini meira enn í 2017, tá ið framleiðslan var umleið 71 túsund tons.

Í samanteljingini eru allar tríggjar alifyritøkurnar í landinum Bakkafrost, Hiddenfjord og Mowi.

Samlaða talið av tiknum laksum var tó eitt vet minni í 2019 enn tað var í 2017, men ein hægri miðalvekt hevur haft við sær, at samlaða tøkan gjørdist størri í vekt, sigur Havbúnaðarfelagið.

Miðalvektin í 2019 var 5,45 kg, og er tað eisini væl betri enn miðalvektina í 2018, sum var 4,87 kg og miðalvektina í 2017, sum var 4,89 kg.