Knørrur tók Argjabátin

8-mannafør: Talan var um framúr endaspurt, tá ið Knørrur í síðstu tøkunum tók sigursvanda Argjabátin

Tað var framúr reklama fyri kappróður, tá ið 8-mannaførini kappaðust í Miðvági ídag.

 

Argjabáturin hevur sum so mangan áður verið dyggastur higartil í ár, og argjamenn eru FM favorittar.

 

Argjamenn løgdu seg á odda, og teir vóru fremstir mest sum allan teinin. Men tað eydnaðist teimum ongantíð at sleppa leysir av avbjóðarunum. Gullbrandur úr Fuglfirði og Knørrur hjá Róðrarfelagnum Knørri fylgdu væl við, og í endaspurtinum varð tað heilt spennandi.

 

Knørrur legði seg borð um borð við Argjabátin í endaspurtinum, og Gullbrandur fylgdi væl við.

 

Í síðstu tøkunum eydnaðist tað Knørri at taka Argjabátin, og frá Argjabátinum og aftur til Gullbrand var tað ein lítil skutur.

 

Argjabáturin hevði undan dagsins róðri fulla úrtøku. Undan tveimum teimum síðstu kappingunum hevur Argjabáturin 34 stig, og tað eru seks stig aftur til dagsins vinnara, Knørr, sum er einasti avbjóðari í FM kappingini.

 

 

 

1Knørrur04:35.46700
2Argjabáturin04:36.00600
3Gullbrandur04:36.42500
4Heiðabáturin04:42.01400
5Nevið Reyða04:43.45