Knút gleðir seg at spæla á G!

Knút konsert verður á Sandinum í kvøld klokkan 18:10

Knút Háberg Eysturstein er úr Leirvík, men býr í dag í Havn. 

 

Í kvøld upptraðkar hann undir egnum navni á Sandinum, og hetta gleðir hann seg nógv til fortelur hann:

 

- Eg gav út plátu í november 2023, Hjartasláttur, og tað var ein øgiliga persónlig útgáva.

 

- Útgávan var leingi ávegis, so tað var fantastiskt at fáa hana út, og eisini varð hon vælmóttikin.

 

- G og Grót er ein stórur partur av mær, og hetta verður átjandi ferð eg spæli á G. Sum oftast hevur tað verið keys, viðhvørt havi eg diskað, og í kvøld verður tað fimti ferð, undir egnum navni.

 

- Eg vænti tað fer at rigga sera væl at spæla her. Eg havi eitt toymi av øgiliga dugnaligum tónleikarum, og vit verða sjey fólk á pallinum - tað verður stórt!

 

Hvussu ofta hevur tú verið á G festival?

 

- Eg havi verið hvørt ár síðan 2002.

 

Er annað tú gleðir teg serliga til at uppliva í ár?

 

- Ja, Omar Souleyman vænti eg verður feitt.

 

Umframt at spæla konsert í kvøld, fer Knút at vera moderator til eitt tiltak í Fjósinum leygardagin klokkan 16, Føroyska innrásin í Íslandi. Eisini fer hann at diska í Fjósinum leygarkvøldið klokkan 02.

 

##med2##

 

##med3##