Knút Lützen vann NM silvur

Enn einaferð hava Knút Lützen og hestur hansara Kári frá Ásbrú, vunnið heiðursmerkið í altjóða kapping

Tað var stórur spenningur undan finaluni í Gæðingakeppni á NM í gonguløgum, ið var hildin í Herning í Danmark farna vikuskiftið. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fyri fyrstu ferð skuldi eitt ross úr Føroyum verja eitt NM heitið.

Talan var sjálvsagt um Knút Lützen og hestin Kára frá Ásbrú, ið sum kunnugt vunnu NM á Álandi í 2022. Føroyska legan var tó fullgreið um, at hetta at verja NM heitið var ein torfør uppgáva, tí kappast skuldi ímóti frægastu rossum og reiðfólkum í norðurlondum.

 

##med2##

Tað bar úrslitið í innleiðandi umfarinum eisini boð um, har gjørdist teir báðir nummar fýra, men munurin var lítil millum tey fremstu rossini. Finalan byrjaði ikki gott hjá teimum báðum, aftaná fyrstu stakgreinina lógu teir aftarlaga, men við einum sera góðum endaspurti so megnaðu Knút Lützen og Kári frá Ásbrú, at vinna seg upp á eitt sera flott silvurheiðurspláss.

##med3##

 

So hóast tað ikki eyðnaðist at endurvinna NM heitið, so er hetta prógv um, at NM heitið á Álandi ikki var av tilvild, og at Knút Lützen og Kári frá Ásbrú, nú av álvara hava vunnið sær sess millum tey allarbestu í norðurlondum.