Niðurlendski fótbóltsvenjarin Ronald Koeman hevur fingið fótin sum venjari hjá AZ Alkmaar. Koeman tók við í felagnum í summar, eftira t Louis van Gaal skifti til Bayern at starvast. Men tað hevur einki gingið hjá AZ síðani, og tað hevur nú kostað Koeman starvið í felagnum. Eftir enn eitt tap um vikuskiftið fall hamarin hjá leiðsluni í felagnum. Koeman var sostatt venjari í bert seks mánaðir í AZ.