Kofi Annan bjartskygdur

Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan sigur, at hann er bjartskygdur aftan á tann seinna fundin, sum hann hevði við sýriska forsetan, Bashar al-Assad, í Damaskus í dag. Men hann leggur afturat, at tað verður torført at fáa enda á stríðnum.

-Tað verður torført, men vit noyðast at vóna tað besta. Tað eru í hvussu er fleiri orsøkir til, at eg eri bjartskygdur. Eg havi lagt fleiri beinleiðis uppskot fram, sum kunnu leggja lunnar undir eina tilgongd, ið skal fáa enda á stríðnum, sigur fyrrverandi ST-aðalskrivarin við tíðindafólk, sum hann hitti aftan á fundin við sýriska forsetan í dag.

Samstundis sum Kofi Annan skal virka fyri at fáa enda á tí blóðuga stríðnum í Sýrialandi, skal hann royna at fáa sýrisku leiðsluna at skipa serligar geirar, sum hjálparfelagsskapir kunnu flyta neyðhjálp ígjøgnum.