KOKS hevur síðani 2018 húsast í gomlu smiðjuni Frammi við Gjónna við Leynavatn. Staðsetingin var tíðaravmarkað, meðan leitað var eftir einum hóskandi stað til matstovuna. Longu árið eftir, í 2019, var nýggja staðsetingin funnin við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal, og umsókn um byggiloyvi varð send Tórshavnar kommunu í januar í 2020.
Siðbundið og nýhugsandi
Tað er heimskendi føroyski arkitekturin, Ósbjørn Jafobsen, sum hevur teknað nýggju karmarnar hjá Koks við Fossdalsgjógv, sum verður at kalla meira sum ein lítli føroysk bygd við tveimum býlingum. Íblásturin kemur úr siðbundnu føroysku byggilistini og bindur saman føroyskan landbúnað, framleiðslu og matststovu.
»Tá tú kemur á matstovuna verður tú ikki í iva um, at hetta er eitt nýtt byggjarí, een allur íblástu kemur úr tí siðbundna,« segði arkitekturin við Dag og viku í 2020.
Ynskið var tá, at KOKS kundi flyta inn í nýggjum matstovuna á varið í 2022, men enn er byggiloyvi ikki fingið til nýggju staðsetingina. KOKS kann ikki halda fram í verandi kørmum, tí er avgerð nú tikin um at flyta matstovuna til Grønlands, meðan bíðað verður eftir einari avgerð hjá føroysku myndugleikunum.
Fagnaður í Grønlandi
Í Grønlandi fegnast tey um at sleppa at hýsa einastu Michelin-matstovuni í Arktis. Matgerð og matstovur á hesum støðinum hava ikki verið í Grønlandi áður.
»Serstaka samansetingin av gastronomi frá ovastu altjóða hill, íbygda burðardygdin í norðuratlantiska køkinum umframt rávørugrundarlagið og kenda náttúran í Diskovíkini, stimbrar allar sansir, og er júst tað, sum skal til fyri at tekkjast teimum gestunum, vit ynskja at røkka,« sigur Hjørtur Smárason, stjóri á Visti Greenland.
Eisini boragarstjórin í Avannaata kommunu fegnast.
»Eg eri sera errin av, at Koks hevur funnið tað freistandi at vera í Ilimanaq næstu tvey sumrini bæði fyri at fáa sær royndir, mennast og ikki minst læra frá sær. Hetta er ein framúr møguleiki hjá okkum at vísa fram okkara fantastisku rávørur og náttúru, sum vónandi fer at ávirka okkara lokalsamfelag framyvir,«, sigur Palle Jeramiassen, borgtarstjóri.
##med2##
»Staðið, ið birtir vón«
Ilimanaq er ein gomul bygd í Ísfjørðinum er á heimsarvslistanum hjá UNESCO, og hetta hóskar sera væl til andan hjá KOKS.
»DNA'ið hjá KOKS er burðardygd. Sereyðkennið hjá KOKS er at brúka tær rávørur sum eru til taks í nærumhvørvinum. At liva í náttúruni, av náttúruni,«, sigur Johannes Jensenm stjóri í Gist & Vist.
Ilimanaq merkir »staðið, ið birtir vón« á grønlendskum, og vónin hjá Gist & Vist er, at KOKS fær byggiloyvi við Fossdalgjógv og kann flyta heim aftur til Føroyar á sumri í 2024.
Til ber at bíleggja sær borð á KOKS í Ilimanaq á www.worldofgreenland.com frá 1. februar 2022 klokkan 11