Tað er rættiliga nógvur vindur kring landið í dag.
Og sum útitini eru, fer vindurin at veksa sum tað líður út á dagin og kemur í hæddina í kvøld, áðrenn hann minkar aftur sum tað líður ímóti midnátt.
Men longu nú er ógvuliga strangt nógva staðni um alt landið, vísa veðurmátingarnar hjá Landsverki.
Á Viðareiðisvegnum er yvir 26 metrar um sekundið í hvirlunum og á Heltnini á Oyndarfjarðarvegurin, er næstan 30 metrar um sekundið.
Ymsastaðni í miðstaðarøkinum er um 25 metrar, og gott tað, um sekundið í hvirlunum.
Mesti vindurin er í Suðuroy. Í hvalba eru yvir 30 metrar um sekundið í hvirlunum og á Fámjinsvegnum táttar í 30 metrar um sekundið í hvirlunum.
Men á Porkerishálsi er rættiligur stormur og í hvirlunum er hann yvir 35 metrar um sekundið, sigur Landsverk