Ólavur Olsen, valevni á listanum hjá Framsókn
----
Um tað var røtt avgerð fyri Kollafjørð at leggja saman við Tórshavnar Kommunu í januar 2001 skal eg ikki taka støðu til, men at Tórshavnar Kommuna síðani hevur givið Kollafjørð og útjaðaranum í kommununi sera niðarliga raðfesting, er mær púra greitt.
12 ár eru liðin síðan samanleggingina, og sum tilflytari úr Havnini til Kollafjarðar er lætt at síggja, at hesin partur av kommununi als ikki fær røttu raðfestingina. Persónliga undrar tað meg, at kollfirðingar ikki hava ”brokka” seg meira tí hvat hevur kommunan staðið fyri í Kollafirði annað enn mest átrokandi ábøturnar?
Mong hava lyftini verið frá fólkavaldu býráðslimum okkara. Kollafjørður skuldi raðfestast og dagførast og lyftini bóru boð um betri umstøður og trivna til økið. Sum heild vóru broytingar eru á veg fyri Kollafjørð. Í dag má staðfestast, at vallyftini í stóran mun hava verið tóm orð.
Tórshavnar Kommuna hevur onga heildarætlan fyri Kollafjørð og tað er ikki rætt, at hesin partur av kommununi verður gloymdur ár eftir ár. Kollfirðingar gjalda kommunuskatt í kassan hjá Tórshavnar Kommunu og hava tí krav á sama tænastustøði sum tey, ið búgva í Havnini. Í løtuni eru Kollfirðingar ikki javnbjóðis borgarar í Tórshavnar Kommunu. Nú má vera nokk. Nú skulu kollfirðingar hava eitt umboð í Tórshavnar Býráð. Tað er einasti máti at vóna framgongd fyri økið.
Eg fari at bjóða meg fram sum valevni til kommunuvalið á listanum hjá Framsókn. Verið eg valdur, fari eg at arbeiða fyri at seta Kollafjørð á býar kortið, men eg ætli mær ikki at bjóða gull og grønar skógir. Heldur fari eg at vera ítøkiligur og taka støði í ítøkiligum ábótum, ið skulu gerast í Kollafjarðar økinum.
Um eg verið valdur í býráðið fari eg at arbeiða fyri:
? at ung í Kollafirði skulu hava nógv fleiri møguleikar í nærumhvørvinum við m.a. ungdómsstaði.
? at heildarloysn til barnaansingina verður gjørd og nýggjur stovnur verður gjørdur til endamálið.
? at grundstykki aftur verða útgrivin og gjørd byggiklár í Kollafirði.
? at títtleikin á bussleiðini millum Havnina og Kollafjørð verður munandi betraður. Eisini leygardag.
? at gamli bygdarvegurin í Kollafirði og á Signabø verður betraður.
Fyri ikki at troytta við ov longum greinum, fari eg at viðgera málini meira nágreiniliga í komandi greinum. Mál, ið sitandi býráð ikki rakk, hóast tað var partur valstríðnum. Mín vón og ynski er, at Kollfirðingar standa saman og velja meg í býráðið, tí mítt hjartamál verður fyrst og fremst at seta Kollafjørð á býarkortið.