Manshondbóltur
Síðani KÍF tíðliga í heyst fekk tríggjar útlendskar leikarar á liðið, hevur spakuliga gingið rætta vegin fyri teirra viðkomandi. Vánaliga úrtøkan fyrstu dystirnar gjørdi sítt til, at liðið ongan tíð fekk togað seg heilt nær oddaliðunum, men nú stigini eru býtt í tvey undan endaspælinum, tykist liggja betri fyri í so máta.
Og sunnudagin fekk KÍF eitt stórt skump rætta vegin í so máta. Ikki bara vunnu teir útidystin móti Tjaldri, men tá bæði Neistin og Kyndil samstundis taptu sínar dystir slapp KÍF eitt pláss upp á stigatalvuni, samstundis sum munurin upp til bronsumerkini minkaði niður í tvey stig.
Landsliðsbrotskøst
Hóast kollfirðingar vóru favorittar at vinna dystin í Runavík, so tók tað tó drúgva tíð, áðrenn hendan staðfestingin gav úrslit á máltalvuni. Allan fyrra hálvleik leikaði sera javnt á millum liðini, og líka mikið hvussu kollfirðingarnir royndu, so var trupult at finna vegin framvið Dejan Lacok í tjaldursmálinum. Og tó at tað eydnaðist at skap eitt hol í í seinna hálvleiki, so mundi tað kennast ikki sørt ørkymlandi hjá gestunum, at málverjin framhalandi stóð seg somikið væl. Ikki færri enn fimm ferðir eftir steðgin hevði KÍF møguleikan úr sjey metrum, men so hvørt sum hesi vórðu misnýtt, tykist tað merkisvert, at eingin kollfirðingur er á landsliðnum, har misnýtsla av brotskøstum tykist vera ein fortreyt fyri at vera við.
Mongu bjargingarnar frá málverjanum hildu eisini Tjaldri í dystinum, og fram móti dystarenda var eisini líkt til, at hetta kundi bjarga teimum í øllum førum annað stigið. Tveir minuttir fyri leiklok stóð nevnliga framvegis á jøvnum, eftir enn tvey misnýtt brotskøst, men við tveimum treiskum málum frá Jónálvi Johannesen eydnaðist kortini KÍF at tryggja sær sigurin.
Sum sagt, so viðførir hetta, at KÍF nú er á fjórða plássinum á stigatalvuni, og so er spurningurin, hvussu stórum álvara hetta skal takast í. Ein greið ábending um hetta fæst ivaleyst komandi sunnudag, tá Neistin kemur á vitjan í Hoyvíkarhøllini. Megnar KÍF eisini at vinna tann dystin, eru teir av álvara við í heiðursmerkjastríðnum, meðan eitt tap hinvegin viðførir, at liðið mest sum endaligt verður sett uttanfyri.
Dysturin í tølum
Tjaldur-KÍF 25-27 (15-15)
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen 6, Dragisa Stojovic 6, Jens Martin Knudsen 5(1), Mortan Hansen 4(1), Tórhallur Thomsen 3, Zoran Sarcevic 1
KÍF: Petur Martin Poulsen 7, Damir Oros 6, Mirko Milenkvic 4, Hallur Hansen 4, Jónálvur Johannesen 3, Kristjan Madsen 2, Vagnur Johannesen 1
Brotskøst: Tjaldur 4, KÍF 8
Útvísingar: KÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen.