Tveir dystir verða í bestu mansdeildini í hondbólti í dag.
Í Havn er spenningurin stórur, tá KÍF kemur á vitjan. Kollfirðingar hava verið heldur sveiggjandi í ár, men við sigrinum á VÍF fyri viku síðani fingu teir kanska glið á. Skulu teir upp at spæla við í oddinum, er kravið ein sigur, tá teir vitja hjá Kyndli.
Kyndil hevur hinvegin eisini tørv á stigum. Teir halda framvegis fast í silvurplássinum, sum gevur finaluatgongd, men nú er H71 av álvara farið at trýsta, og tí skal Kyndil vinna, um teir vilja hava nakað av luft.
Hin dysturin í dag verður í Vestmanna, har Team Klaksvík vitjar. VÍF hevur nú tapt tvær ferðir á rað, og ivaleyst síggja teir tað sum gott høvi at rætta skútuna, nú botnliðið úr Klaksvík vitjar.