Kollfirðingar vilja ráða sær sjálvum minst trý ár afturat

Kollafjørður og Havnin verða ikki løgd saman í eina kommunu á hesum sinni. Annars var ætlanin at báðar kommunurnar skuldu leggja saman sum skjótast, men nú hava kollfirðingar biðið um tíð at umhugsa seg

Ætlanin at leggja Kollafjørð og Havnina saman í eina stór-kommunu er fyribils slept.

Annars varð lagt so hart út í heyst, at ætlanin var at báðar kommunurnar skuldu rekast eftir einari og somu fíggjarætlan longu frá 1. januar.

Samstundis varð ætlanin at umskipa Tórshavnr Býráð, so at kollfirðingar skuldu fáa umboð í býráðið og í býráðsnevndir í Havn beinanvegin. Og samstundis skuldi býráðið í Havn fáa umboð í bygdaráðið í Kollafjørði.

Tað vil siga, at í veruleikanum skuldi verða talan um eina kommunu frá 1. januar.

Eftir skuldu bara vera tann formliga samanleggingin og hon skuldi vera aftaná næsta kommunuval í 2000.

Men alt hetta verður nú fyribils av ongum.


Vilja sjálvir í trý ár

Tað er ikki ósemja ímillum báðar kommunurnar, sum er orsøkin til, at onki verður av ætlanini fyribils.

Tí umboð fyri báðar kommunurnar samráddust seg á fleiri fundum í heyst fram til semju um, hvussu tey ymsu viðurskiftini ímillum Tórshavn og Kollafjørð skuldu skipast.

Hesar samráðingarnar vóru lidnar í oktober. Síðani skuldi báði borgarafundur og fólkaatkvøða verða í Kollafjørði um ætlanina, og so skuldi sameinda kommunan verða veruleiki 1. januar, hóast formliga samanleggingin ikki skuldi verða fyrrenn eftir kommunuvalið í 2001.

Nei, orsøkin til, at onki spyrst burturúr samanleggingini nú, er, at Kollfirðingar eru farnir at umhugsa støðuna einaferð afturat.

Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafjørði, er ikki við uppá, at kollfirðingar eru farnir at himprast við.

­ Vit eru framvegis sinnaðir at leggja saman við havnina, sigur hann.

Hann sigur, at skal Kollafjørður leggjast saman við aðrari kommunu, kann talan bara verða um at leggja saman við Havnini.

­ Annars hava vit hoyrt graml um, at á hægri stað er ætlanin at fáa okkum at leggja saman norðureftir, men tað fara vit at seta okkum hart ímóti.

­ Tað er onki sum helst endamál hjá okkum at leggja saman norðureftir, tí tað fáa vit onki burturúr. At lagt saman við Havnini, kundu vit fingið nakað burturúr, tí Havnin er so væl útbygt. Og nú berghol er ímillum er onki at koyra.

Og Hans Jacob Hansen heldur, eisini at tað tað rættasta hjá kollfirðingum er at leggja saman við Havnini.

Men tað skal bara ikki vera nú?

­ Nei, vit halda, at tað er rætt at kommunurnar eru hvør sær til hetta valskeiðið er liðugt. Tað er ruddiligari at viðurskiftini ikki verða broytt í einum valskeiði.

Bygdaráðsformaðurin sigur, at borgarafundurin, og fólkaatkvøðan, sum verða skuldi, verða sum ætlað.

Hann sigur, at bæði verða tíðliga komandi ár.


Vilja samstarva nú

Hans Jacob Hansen sigur, at hóast kollfirðingar ikki eru sinnaðir at leggja saman við stóra grannan sunnanfyri nú, eru teir kortini sinnaðir at taka upp víttfevnandi samstarv á ymsum økjum við Havnina.

Hann hugsar serliga um samstarv á skúlaøkinum, samstarv um sløkkiliðið, um havnirnar og á øðrum økjum við.

Á Skúlaøkinum kundu vit hugsa okkum, at okkara næmingar í framhaldsdeildini fara til Havnar.

Men ikki minst kundi bygdaráðsformaðurin í Kollafjørði hugsa sær samstarv við Havnina um sløkkiliðið.

­ Vit hava ein brandbil og tvær pumpur, men ongan tangabil.

­ Eitt samstarv við Havnina um sløkkiliðið hevði tí verið ein sera stórur fyrimunur fyri okkum, sigur hann.

Somuleiðis eru kollfirðingar spentur uppá, um ikki eitt samstarv kundi fingist um havnirnar.

­Kollfirðingar hava báði havn og ídnaðarøkið-sum Havnin manglar, og tað kundi gott verið, at okkurt skilagott samstarv kundi fingist um tað.