Kollur megnaði tað sama sum Kjósin

14 – 16 ára gomlu genturnar úr Kollafirði vunnu FM í sera stórum stíli

Tað eru nógvir kollfirðingar á havnarlagnum í Havn. Spenningurin hjá teimum snýr seg um, hvussu tað fer at ganga hjá 5-mannaførunum við kvinnum og gentum.

 

Fyrr í dag vann Kjósin kappingina við 5-mannaførum við kvinnum, og nú var tað Kollur, sum vann ólavsøkusigurin og FM heitið.

 

Undan ólavsøkuróðrinum var spenningurin, um tað fór at vera Kollur ella Pólur, sum fór at vinna FM.

 

Tað var yvirhøvur eingin ivi. Í dýrdarveðri róði Kollur einsamallur framvið Molanum og fram ímóti málinum, og á málunum vóru tað í hvussu so er tvær bátslongdir frá Kolli og aftur til næsta bátin.

 

Starturin hjá Píli var einki serligur, og tað eydnaðist ikki Píli at vinna næstfremsta plássið. Tað vann Tekla úr Klaksvík.

 

1 Kollur (KÍF)05:13.05+00.007 
2 Tekla (KRF)05:19.15+06.106 
3 Pílur (RK)05:21.31+08.265 
4 Ørnin (SÍF)05:27.00+13.954 
5 Gulin (HR)05:29.25+16.203 
6 Broddur (Sumba)05:31.22+18.172 
7 Æðan (AR)05:31.47+18.421 
8 Geytin (TIND)05:36.00+22.950 
9 Spógvin (NSÍ)05:38.04+24.990 
10 Falkur (HVR)05:42.28+29.230 
11 Kellingin (ERF)05:47.10+34.050 
12 Títlingur (HR)05:49.42+36.370

 

 

 

1 Kollur (KÍF)746 
2 Pílur (RK)742 
3 Tekla (KRF)735 
4 Gulin (HR)724 
5 Ørnin (SÍF)721 
6 Broddur (Sumba)714 
7 Spógvin (NSÍ)714 
8 Æðan (AR)71 
9 Marianna (VÍF)10 
10 Kellingin (ERF)40 
11 Geytin (TIND)70 
12 Falkur (HVR)60 
13 Títlingur (HR)70

 

 

 

https://rsfurslit.fo/